Screenshot 2024 10 10 At 161211

Barbara Gaardlykke Apol

Barbara í Tórshavnar Býráð 

Okkara Barbara Gaardlykke Apol, sum í nógv ár hevur verið virkin í SU millum annað sum forkvinna árini 2015-2017, bjóðar seg fram til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

Barbara er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Setrinum og KU, og arbeiðir í dag sum fíggjarfulltrúi. Harafturat hevur fleiri politiskar royndir. Millum annað sum ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum og sum varalimur í Fólkatinginum.

Eg stilli upp, tí eg haldi, at vit hava brúk fyri fleiri ungum kreftum í býráðsarbeiði. Eg ynski at virka fyri, at Tórshavn verður ein fjølbroyttur býur, har børn og vaksin trívast. 

Spurd um, hvat hon ynskir at arbeiða fyri í býráðnum, svarar Barbara:

- Vit mugu ásanna, at Tórshavnar Kommuna hevur ein førandi leiklut í at venda gongdini við fólkafráflytingini. Kommunan hevur sett gongd á at útstykkja nógv, og hóast tað er gott, so er tað ikki nóg mikið. Vit noyðast at fáa fjølbroyttari bústaðir – og nýggja heimildin at byggja almannagagnligt skal brúkast.

Og hon leggur afturat:

- Harumframt skal kommunan gera meiri fyri at fáa tey ungu at støðast. Tá eg sjálv las á Setrinum fyri nøkrum árum síðani upplivdi eg eina optimismu millum tey ungu. Finsen var í gerð, og man tosaði um at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi í Tórshavn. Nú bendir alt á, at tey ungu ikki longur síggja Føroyar sum eitt attraktivt stað at nema sær útbúgving.


Vit í Sosialistisk Ung fegnast um, at Barbara bjóðar seg fram, og ynskja henni bestu eydnu