
Tannlæknaviðger
Góð heilsurøkt er avgerðandi fyri eitt vælfungerandi samfelag. Tað er ein rættur fyri hvønn borgara, at hava møguleika at liva eitt heilsugott lív uttan mun til hvørt mann er. Tískil eru vit øll takksom fyri, at vit fáa trygga, góða og ókeypis sjúkraviðgerð í Føroyum. Hetta er tó enn ikki galdandi, eru tað tennirnar sum bila. Tí tannrøktin er ikki við í góða tilboðnum um ókeypis sjúkraviðger. Hon ikki bara kostar, men er tvørturímóti ein ómetaliga tungur postur fyri nógvir borgarar.
Heilt frá tí vit gerast 18, standa vit sjálvi til at skula gjalda postin av góðari tannrøkt.
Vit kunnu øll gerast so óheppin av at bróta eitt bein ella eina tonn. Bróta vit beinið, so fáa vit skjóta, góða og ókeypis viðgerð. Er tað hinvegin tonnin vit bróta, ja, so er tað okkara egna fíggjarliga rásarúm ið avgerð, um vit fáa viðgerð til tonnina. Hetta skapar ein ójavna í samfelagið, tá tannrøkt frammanundan er ringt hjá ungum at fáa ráð til.
Vit í Sosialistisk Ung ynskir tí at hækka hámarkið fyri ókeypis tannrøkt fyri at lætta um byrðuna hjá ungum í Føroyum.