Lóg fyri Sosialistiskt Ung

§1. Felagið

Stk. 1: Navn felagsins er Sosialistisk Ung, í stytting SU.

Stk 2: Endamál felagsins er at fylkja ungdómin um javnaðarhugsjónina. Ein og hvør limur eigur at góðtaka grundsjónarmið Javnaðarfloksins og stevnu SU.

§2. Limir

Stk 1: Limur kann ein og hvør gerast, sum vil fylgja lógum og endamáli felagsins.

Stk 2: Krav er, at limir felagsins eru undir 30 ár.

Stk. 3: SUari, ið er farin um aldursmarkið, verður stuðlandi limur, tó uttan atkvøðurætt.

Stk. 4: Limir, ið verða vald fyri felagið í býráði og/ella á løgtingi, í landsstýri ella á fólkatingi rinda, ístaðin fyri limagjald, eitt av landsnevndini ásett stuðulsgjald av hvørjari mánaðarløn. Limir, ið verða valdir í býráði gjalda til lokalfelag, har hann/hon er limur. Restin gjalda til landsfelagið.

§ 3. Limagjald

Limagjaldið verður ásett á landsfundi.

§ 4. Landsnevndin

Stk. 1: Felagið verður stjórnað av eini fimmmannanevnd, og verður formaðurin/kvinnan vald einsæris á landsfundinum, meðan val av hinum nevndarlimunum fer fram undir einum.

Stk. 2: Valdir verða eisini tveir tiltakslimir til nevndina.

Stk. 3: Lokalfeløgini eiga ein sess í landsnevndini hvør. Hesi velja sjálvi innanhýsis, hvør skal manna sessin í landsnevndini.

Stk 4: Nevndin skipar seg sjálv, við næstformanni, kassameistara og skrivara, á fyrsta nevndarfundi, ið verður hildin innan eina viku eftir landsfundin. Hesin kann sita í nevndini ella í víðkaðu nevndini (sí stk. 5).

Stk. 5: Harumframt kann veljast ein víðkað nevnd (útisetanevnd), ið hevur rætt til at luttaka á nevndarfundum, men ikki kann greiða atkvøðu.

Í hesi víðkaðu nevndini sita limir, ið ikki eru búsitandi í Føroyum. Upp til fimm fólk kunnu veljast í víðkaðu nevndina.

Stk. 6: Veljast skal umboð og varaumboð til floksleiðsluna ein mánað áðrenn landsfundin hjá Javnaðarflokkinum. Nevndin skipar fyri vali.

Stk. 7: Nevndin átekur sær at velja umboð og varaumboð til starvsnevndina innanhýsis ein mánað áðrenn landsfundin hjá Javnaðarflokkinum.

Stk. 8: Nevndin skipar fyri vali av umboðum í samband við landsfundin hjá Javnaðarflokkinum.

Veljast kann ígjøgnum telefon ella givnan miðil frá nevnd. Valrætt hava limir felagsins.

§ 5. Landsfundur

Stk. 1: Limir felagsins, ið ikki kunnu møta til landsfund, skulu hava møguleika at luttaka talgilt á landsfundinum.

Stk. 2: Nevndin kann veita ferðaendurgjald til nevndarlim í sambandi við nevndararbeiði við bíligasta ferðahátti.

Stk. 3: Landsfundurin, ið er hægsta vald felagsins, verður hildin um várið og skal kunngerast við í minsta lagi 14 daga fyrivarni.

Stk. 4: Á landsfundinum er dagsskráin:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Val av skrivara.
  3. Formaðurin/forkvinnan greiðir frá virki felagsins í farna árið.
  4. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
  5. Innkomin uppskot.
  6. Val av formanni/-kvinnu.
  7. Val av nevndarlimum.
  8. Val av tiltakslimum.
  9. Val av altjóða skrivara.
  10. Val av útisetanevnd.
  11. Val av grannskoðara.
  12. Ásetan av limagjaldi.
  13. Ymiskt

Viðtikið á landsfundi 15/08-2020
Tórshavn