Istock 1358631264 Red

Veður­lags­lóg

Veðurlagspolitikkur fyri Føroyar

Ein góð veðurlagsætlan fyri Føroyar, er ein íløga í framtíðina - vit mugu minka um útlátið av vakstrarhúsgassi, styrkja um burðardygga nýtslu og tryggja verjuna av náttúruni; vit skulu taka ábyrgd. 

Hetta merkir, at vit ítøkuliga skulu fylgja teimum høvðusmálinum, sum siga, at vakstrarhúsgassi skal minka við 40% í mun til støðið í 2005 innan 2030. Hetta skal gerast við at økja nýtsluna av varandi orku og minka orkuspill. Vit skulu økja framleiðsluna av varandi orku, serliga frá vindi, sjóvarfalsorku og sólarorku. 

Eitt stórt stig er í gongd, har tað verður lættari at sleppa av við pantið, men er kortini bert ein byrjan fyri at gera tað lættari hjá borgarinum at sortera burturkast. 

Vit skulu stuðla vinnum, sum arbeiða burðardygt, og virka fyri, at føroyingar velja burðardyggar vørur og tænastur. Serligur dentur skal leggjast á at minka burturkast og betra um endurnýtslu.

Føroyar skulu ikki undirspæla sín leiklut í at umheimurin gerst grønur, men standa á odda við góðum skipanum, sum stuðla grønu umstillingini