Istock 478363288 Red

Bú­staðir

Kjarnin í familjuni er bústaðurin, og er ein fyritreyt fyri menning í samfelagnum. 

Eitt av politisku høvuðsmálunum hjá Sosialistisk Ung er tí at virka fyri, at øll í Føroyum hava møguleika til at útvega sær ein hóskandi bústað tá tey ynskja tað.  

Vit mugu hava fleiri fjølbroyttir bústaðir soleiðis, at vit ikki steðga menningini, tí ung fólk í Føroyum mugu búgva heima hjá mammu og babba inntil tey fáa lán til eini stór hús, sum tey koma at gjalda niður uppá restina av lívinum. Hetta, tí tey hvørki hava ráð, ella finna eina íbúð til taks, í teirra nærumhvørvið. Tað krevur fleiri góðar almennar leigubústaðir runt allar Føroyar, so eisini láglønt hava ráð til at búgva undir virðiligum umstøðum, og kunnu flyta heimanifrá uttan at brúka alla sína barnauppsparing í leigu. Tað almenna spælir ein stóran leiklut, og er tí alneyðugt við einum vælfungerandi bústaðargrunnið, Bústaðir, sum má vera til reiðar at byggja til allir samfelagsbólkar, so leingi tørvur er á tí. 

Hetta kunnu til dømis vera lesandi, stakir uppihaldarar, ungar barnafamiljur, fíggjarliga veikir bólkar, førleikaskerd og eldri. Vit eiga tí ikki bert at hugsa grundstykki og sethús men eisini eigara- og leiguíbúðir, eldraíbúðir, lestraríbúðir, lutaíbúðir og raðhús. Harafturat skal leigan á lestraíbúðum sameinast við tað lesandi fáa útvega í SU. 

Sosialistik Ung leggur tí stóran dent á bústaðarviðuskiftini í føroyum, tá tað sambært okkum, er ein mannarættur at hava tak yvir høvd.