
Løgfrøðiligt kynsskifti
Ímeðan fleiri uppskot sum verða løgd fyri ting kosta milliónir, so hava tvørkynd eitt bíligt ynski - virðing og rættin til løgfrøðiligt kynskifti. Í einum so ríkum vælferðarsamfelag sum Føroyum, eiga vit at rúma øllum menniskjum.
Vit í Sosialistisk Ung ynskja tí, at fólk í einum aldri av 18 ár, eru búgvin til at kenna sín egna samleika, sum annaðhvørt kvinna ella maður - tú skal tískil kunna skifta kyn, kennir tú teg ikki sum fødda kynið. Hetta hevur við sær, at vit í Føroyum skulu til at finna skipanir, sum gera tað umisitingarliga lættari at fáa eitt pass og ptal, sum stuðlar undir tínum sannførda samleika.
Vit viðurkenna við hesum tann leiklut ein kynsrolla hevur fyri eitt samfelag, og ynskja fólki at liva sítt givna lív, sum gevur einum sjálvum mest lukku og gleði.