Istock 1301365504 Red

Arbeiðs­marknaðin

Arbeiðsmarknaðurin er hjólini, sum fær alt at mæla runt, og er arbeiði tað sum skapar vøkstur í samfelagnum. Arbeiðsgevarin er tann, sum skapar møguleikarnir, og arbeiðarin tann sum ger alt møguligt. Eingin klárar seg uttan hvønn annan.

 

Arbeiði til allar hendur er tað, sum skapar vøkstur, og vil Sosialistisk Ung tí, at arbeiði er til vega runt allar Føroyar, og ikki alt savnast i meginøkinum. Øll skulu hava javnbjóðis atgongd til arbeiði. 

Málið eigur altíð at vera, at vit til eina og hvørja tíð hava lágt arbeiðsloysi og góðar sosialar skipanir, ið tryggja øllum sín rætt á arbeiðsmarknaðinum. 


Seinastu árini hevur arbeiðsgevarin, sambært okkum, havt leysari teymar, og hetta má ikki henda. Vit eiga altíð at kenna týdningin av fakfelagnum, tí tað er í samstarv við tey, at vit tryggja øllum best møguligu kor. Í Sosialsitisk Ung halda vit, at ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur eigur at verða brúktur sum ein snúningsásur í broytingartilgongdum. Tá vinnumynstrið í samfelagnum broytist, vilja vit tryggja, at ongin dettur niðurímillum.