Istock 1405794667 Red

Abort

Føroyska abortlógin er ein gomul lóg frá 1956, og átti at verði farin á pensjón í 2023 - men enn liggur hon órørd. 

Sosialistisk ung ynskir fyri føroyskar kvinnur, at lógin verður dagførd sum skjótast. Vit meta tað vera, at ómyndiggera kvinnuna, við ikki at loyva henni at ráa yvir egnum kroppi. 

Í dagsins samfelag er tað tilvildin ið ræður, um tú fært loyvi at taka aborti, tá tað er upp til einstaka læknan at avgerða um tað livir upp til teirra sannføring. Hetta økir um ójavnan í samfelagnum, ið góðtekur, at tað eru teir sosialu førleikarnir ráa, um ein megnar at finna fram til tann rætta viðkomandi, ið vil fremja eina abort. Tískil skal rætturin at velja, flytast frá læknanum, og yvir til kvinnuna sjálva soleiðis, at øll hava javnbjóvis møguleikar at velja eina abort. 

Sosialistisk ung hava síðan 2011 kempa fyri rættinum hjá kvinnuni, og fer framhaldandi at tala teirra sak, til málið er avgreitt á tingið. vit eiga at líta á kvinnuna at taka røttu avgerð, tí hon kennir sínar egnu umstøður best. 

Sum okkara umboð á tingið, Ingilín D. Strøm, segði so gott [..] "Ja til trygga abort".