Screenshot 2024 10 10 At 160652

Milia Egilsnes Anda

MILIA ER OKKARA VALEVNI Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU


Vit eru sera errin av at avdúka, at okkara egna Milia Egilsnes Anda verður á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu til Kommunuvalið í november.



Milia er útlærdur søluástøðingur, býr í Finsen, og tekur í løtuni bachelor í stjørnmálafrøði á Setrinum. Hon var næstforkvinna í SU í 2024, og hevur verið ein av okkara mest ágrýtnu limum í fleiri ár. Harafturat er hon eisini nevndarlimur í Amnesty International Føroyar (farloyvi) og Steðga Haturstalur í Norðanlondum.

 Hetta talar beint at órættvísinum, hon stríðist ímóti. Í býráðnum vil hon verða røddin hjá teimum, ið ikki hava tak yvir høvdið. Hjá teimum, sum ikki verða hoyrd og líða allarmest undir bústaðarneyðini:


Eg ynski at stilla upp til kommunuvalið fyri Javnaðarflokkin, tí bústaðarviðurskiftini í Tórshavnar kommunu eru als ikki nøktandi.


Vit mangla lestrarbústaðir, eldraíbúðir til 60+, sambýli og lutaíbúðir.
Útboðið av bústøðum í Tórshavnar kommunu er alt ov lágt, og prísstøðið er alt ov høgt.
Tað skal verða lættari at fáa tak yvir høvdið í Tórshavnar kommunu, og tað hevur kommunan eisini heimildi til at gera.


- Lata vit standa til, fáa vit ein høvuðstað, har tað bara ber til at finna hús ella íbúð, um fíggjarstøðið er væl yvir miðal. Tað styrkir ikki um samanhangsmegina í kommununi. Pláss eigur at vera fyri øllum: gomul og ung, stór og smá, rík og fátøk. Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll!



X við Milia Egilsnes Anda, valevni fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu.